SÍ og TB aftur í eldin

SÍ og TB skulu aftur í eldin sunnudagin, tá SÍ tekur ímóti TB. Hetta er enn ein toppdystur í meistaradeildini hjá kvinnum, og tí hava bæði brúk fyri einum sigri. Mjølnir og ÍF møtast eisini í Klaksvík, og her er ÍF favorittur at vinna dystin

FLOGBÓLTUR

Tveir dystir vera aftur á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum sunnudagin. Í Klaksvík tekur botnliðið, Mjølnir, ímóti ÍF. Mjølnir hevur víst betri taktir síðstu dystirnar, enn tær gjørdu í byrjanini av kappingini, og tí kann ÍF fáa ein harðan dyst sunnudagin. ÍF hevur tó spælt sera væl í ár, og tær eru partar av oddastríðnum, so kvinnurnar úr Fuglafirði mugu metast at vera favorittar at vinna henda dystin.
Meir spennadi tykist toppdysturin í Sørvági, har SÍ tekur ímóti TB. Hesi bæði liðini skulu eisini í dyst leygardagin, og tí kann møði vera á leikarunum henda dagin. Bæði liðini hava víst sera gott spæl til tíðir í ár, og tí kunnu flestu áskoðararnir vænta ein góðan og spennandi dyst í Sørvági, har bæði liðini helst skulu vinna dystin fyri at varðveita plássið í oddinum.