SÍ og Mjølnir renna undan hinum

Sum væntað, vann SÍ seg í steypafinaluna hjá kvinnunum, nú fyrsti triðingurin av kappingini fór afturum, og Mjølnir heldur framvegis stand sum oddalið hjá monnunum. Eikligan, kvinnur

KÍF-SÍ 0-3 (8-25, 10-25, 15-25)

Fleyr-Mjølnir 1-3 (20-25, 25-17, 14-25, 24-26)

TB-Dráttur 1-3 (16-25, 25-17, 25-20, 25-15)

Fleyr-KÍF 3-0 (25-13, 25-11, 25-12)

SÍ er framvegis trygt á odda í Eikliguni hjá kvinnum, men umframt tað, fingu sørvágskvinnur í gjár eisini útgoldið bonus, tí tær eru á odda, nú fyrsti triðingurin av kvinnukappingini er farin. Tað merkir, at tær hava tryggjað sær pláss í steypafinaluni til várs.

Spurningurin undan hesum umfarinum var, um Mjølnir fór at fáa fylgi frá Fleyr í jagstranini eftir SÍ, men Mjølnir vann dystin teirra millum, og er tí enn fremsti avbjóðarin. Hóast Fleyr framvegis er tvey stig aftanfyri, eru eisini TB-kvinnurnar farnar at nærkast, eftir at tær vunnu á Drátti, sum tó framvegis hevur ÍF og KÍF aftan fyri seg.

Eikligan, menn

Mjølnir-Fleyr 3-1 (25-20, 25-18, 21-25, 25-16)

ÍF-SÍ 0-3 (17-25, 18-25, 23-25)

Um tvey umfør verða stigini í Eikliguni hjá monnum býtt í helvt, áðrenn farið verður í holt við seinna helmingin. Tá fær oddaliðið hjá monnunum eisini pláss í steypafinaluni.

Har er mestsum greitt, at Mjølnir fer avstað við plássinum í steypafinaluni, tí Mjølnir er fýra stig framman fyri SÍ, men hevur so mikið góðan settmun, at SÍ illa kann fáa Mjølnir aftur næstu tvær vikurnar.

Hini bæði liðini í Eikliguni hjá monnum, Fleyr og ÍF, eru so mikið aftanfyri, at tey slett ikki koma upp í part í oddastríðnum enn, men sjálvandi koma at nærkast nakað, tá stigið verða hálverað.