SÍ og Fram hittast í kvøld

Fram hevur tapt sínar síðstu tveir dystir, meðan SÍ tapti seinast. Nú mugu bæði liðini royna at reisa seg aftur í teirra royndum at hanga í oddaliðnum, ÍF.

Í kvøld verður ein dystur á skránni í meistaradeildini hjá monnum. Her tekur SÍ ímóti Fram. Júst hesi bæði liðini hava ikki havt ta bestu gongdina síðstu dystirnar, og tí er av stórum týdningi hjá báðum at vinna dystin, soleiðis at tey kunnu royna at hanga í oddaliðnum.
Leingi tóktist Fram at vera einasta liðið, sum kundi fylgja ÍF, men nú hava teir tapt tveir dystir á rað, og Mjølnir er eisini farið framvið teimum á stigatalvuni. Tí er umráðandi hjá Fram at fáa liðið aftur á rætta kós, soleiðis at teir kunnu royna at fanga ÍF aftur.
SÍ fekk eina ringa byrjan, men undan seinasta dysti høvdu teir vunnið tveir dystir á rað. So møttu teir ÍF, og nógv mettu ungu sørvingarnar at hava ein góðan møguleika at vinna dystin, serliga tí at ÍF spældi uttan Bartal, men so bleiv ikki. ÍF vann dystin trygt, og nú liggur SÍ á triðja plássi saman við Fram og Fleyr, og tí skulu eisini teir royna at berja seg longur upp eftir stigatalvuni.