Undir viðgerðini av løgmansrøðuni vísti eg á, at bráneyðugt er staðiliga at styrkja marknaðarføringina av føroyskum fiskavørum í útlandinum, og mælti til, at føroyska samfelagið, vinna og tað almenna, í eini tvey ár tilsamans setti einar 100 mió kr. av til eina gjøgnumarbeidda neyva marknaðarføring.
Málið fekk nógvar og positivar viðmerkingar frá tingfólkum og løgmanni og semja var um, at meiri eigur at verða koyrt á fyri at seta Føroyar á norðurlendska kortið og eisini at fara út um norðurlendsku eingjargarðarnir.
Eg havi alla respekt fyri gransking og innovatión, sum hevur givið størru londunum eina markanta framgongd og sum eisini fer at gera Føroyar sterkari. Spurningurin er bara, um vit ikki hava lopið nakrar tættir um, sum íslendingar fóru ígjøgnum, áðrenn teir gjørdust heimskendir.
Almenn og privat marknaðarføring
Føroyskur fiskur hevur framvegis blástempul sum kvalitetsvøra. Tað er týðiligt, at so gott sum eingin føroysk fiskavøra – við føroyskum brandi – er í donskum handlum, hóst danir geva føroyskum fiski fremsta skoðsmál. Men harafturímóti hevur umleyp-andi og óreglulig leveringstrygd verið til ampa fyri føroyskt álit úti í heimi.
Okkum tørvar eina dyggari samantvinning av fiskivinnuni á sjógvi, virkjum á landi, sølu- og marknaðarføring og síðani politisku skipanina. Vinnan og tað almenna eiga samfeld at fara út í nógv størri mun við støðugum og áhaldandi arbeiði í nøkur ár.
Ábyrgd av fiskivinnuni á landi
Ilt hevur verið at funnið út av, hvørjum ráði fiskivinnan á landi veruliga hoyrir undir. Tað kann tykjast løgið, at so er við okkara høvuðsvinnu. Tí setti eg spurningin!!
Svarið var ullint. Ein grásona er millum Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið, men hóast alt kom fram, nakað sum vinnan sjálv hevur verið í iva, hvussu langt fiskavirkini á landi hoyra undir Fiskimálaráðið.
Men hvør hevur so sjálva marknaðarføringina hevur kenst og kennist sum ivamál.
Nógv varð henda dagin tosað, eftir at eg hevði reist hesar spurningar, um økta týdningin av at tey tímaløntu fingu fulla viku við støðugum arbeiði. Eisini tað, hevði gjørt fiskaprísin støðugari, økt uppaftur meiri um góðskuna og ikki minst leveringstrygdin hevði verið meiri gjøgnumførd til kundan, sum er ófrávíkiligt krav.
Tí legði eg herðslu á, at vit fáa pening avsettan so vit meiri gjølliga saman við vinnuni fara út fyrst á norðurlendska marknaðin við meiri tilvirkaðum vørum við bæði egnari og útlendskari merking ella brandi, sum tað nú eitur. Vónandi fæst uppbakking fyri hesum.
Hetta hevði havt, ella kemur at hava stóran týdning fyri fiskivinnuna bæði á sjógvi og landi og givið tí tímalønta eitt nógv tryggari og støðugari arbeiði og eina uppaftur hægri góðsku, sum hevði gagna øllum samfelagnum almikið.
www.keldu.com/vinna er viðtala Eksportfokus hevur við kenda vinnulívsmannin Asger Aamund um dentin ið lagdur verður á altjóðagerð
www.keldu.com/politikkur greinar og viðgerð av løgmansrøðuni 2007.