Sýnir fram á Býarbókasavninum

Listaframsýning við Jógvan Sverra­son Biskupstø verður á Bý­ar­bók­a­savninum

Framsýnignin er eitt úrval av vatn­lits­myndum og mynd­um teknaðar við penni, blýanti og grafitt. Mynd­ir­nar eru allar úrslit av ein­um listafólkauppihaldi, sum Jógvan var á í summar, í kenda skandinaviska lista­fólka­hús­i­num í Rom, Circolo Scandi­navo.

Framsýningin letur upp miku­dagin, 2. oktober kl. 16, har listamaðurin eisi­­ni verður til staðar.

Fram­sýningin er at síggja allan oktober- og nov­em­ber­mánað.