Súni í Viasat-finaluni

AaB var í serflokki í teimum báðum hálvfinalunum í Viasat Cup, sum eru spældar seinastu dagarnar. AaB spældi ímóti Esbjerg, og liðið úr Aalborg vann báðar dystirnar 4-0. Fyrri dysturin var í Esbjerg, og tann seinni var í Aalborg sunnudagin. Aftur sunnudagin eydnaðist tað AaB at vinna stórsigur. Súni Olsen hevur ikki verið við hesar báðar dystirnar, tí hann hevur verið skaddur. Fyrr í kappingini hevur hann spælt nógv við og skotið tvey mál. Finalan verður spæld í Aalborg, og hitt liðið í finaluni er FC Nordsjælland, sum samanlagt vann 4-0 á Silkeborg. Nú er at vóna, at Súni verður klárur at spæla við í finaluni.