Gallaveitsla
Sum tað hevur verið siður seinnu árini, so var tað aftur í ár GÍ, sum skipaði fyri gallakvøldinum, og aftur hesaferð var Mentunarhúsið í Fuglafirði karmur um tiltakið.
Umframt at hetta var eitt høvi hjá leikarum, venjarum og leiðarum annars at siga takk fyri lidna fótbóltsárið, so var hetta sjálvsagt eisini staðið, har bestu leikararnir á árinum skuldu kjósast.
Súni bestur
Ikki óvæntað, so varð tað Súni Olsen úr GÍ, sum fekk hendan heiðurin hjá monnunum. Hóast GÍ til tíðir hevur riðið hampuliga lágt í landskappingini, so hava avrikini hjá Súna støðugt verið í topp, og ikki minst hevur hann eisini verið millum teir allarbestu, hvørja ferð landsliðið hevur leikt.
Hjá kvinnunum fall valið aftur í ár á Rannvá Andreasen úr KÍ. Umframt heitið sum ársins leikari, vann hon eisini gylta skógvin frá Thomas Dam ítrótti fyri tey 30 málini, sum hon skeyt í landskappingini. Hjá monnunum var tað Sonni L. Petersen, sum við 13 málum var besti málskjúttin.
Nógv steyp at handa
Tað eru tó eisini onnur steyp, sum verða latin á slíkari gallaveitslu. Á venjarasíðuni fekk Johan Nielsen stórt heraklapp fyri arbeiði sítt á Skála, sum eftir tvey ár í niðurflytingarstríði brádliga var við í gullstríðnum storan part av kappingarárinum. Hjá kvinnunum var tað meistaravenjarin, Jón Harald Poulsen, sum fekk hendan heiðurin.
Ársins málverji í kvinnudeildini varð Randi Wardum úr KÍ, og hjá monnunum fall valið á Bjarna Johansen úr VB, sum aftur í ár hevur verið tryggur aftasti skansi hjá vágbingunum.
Og at enda skuldu ársins stjørnuskot kjósast. Oftani eru tað hesi, sum størsti spenningurin er um. Fleiri vóru eisini, sum fingu atkvøðu, men tá talt varð saman, høvdu Jónhard Frederiksberg úr Skála og Rakul Magnussen úr EB/Streymi fingið flestu atkvøðurnar.