Súni á vøllinum í trý korter

Súni Olsen var á vøllinum allan 2. hálvleik, tá ið Viborg í dag hevði vitjan av FC Nordsjælland.

Úrslitið var 3-2 til FCN, eftir at tað í 1. hálvleiki var 2-2.

Úrslitið ber við sær, at Viborg nú er seks stig frá at varðveita plássið í bestu deildini.