Fótbóltsprát
Síðan Henrik Larsen tók við landsliðsvenjarastarvinum hevur verið torført at funnið ein vinstra bakverja. Vanligi bakverjin, Jens Kristian Hansen, hevur verið nógv darvaður av skaða seinasta árið, og royndirnar við at finna ein avloysara hava ikki verið av teimum bestu.
Týskvøldið fingu vit tó sjón fyri søgn, at vit hava leikarar, ið kunnu røkja uppgávuna á vinstra bakki. Eftir eitt heldur misjavnt avrik ímóti Kasakstan sunnudagin, beit gøtumaðurin, Súni Olsen, rættiliga frá sær týskvøldið á Tórsvølli. Dystirnir ímóti Kasakstan vóru teir fyrstu altjóða dystirnar, GÍ-leikarin, hevur spælt undir Henrik Larsen, og hann var uppsettur at vísa hvør dugur var í honum.
- Tað gekk nógv betri í dag enn sunnudagin, og serliga haldi eg, at spælið niðaneftir vøllinum eydnaðist væl, segði Súni Olsen eftir dystin.
Eftir dystin týskvøldið, metir Súni, at hann er í myndini til pláss á liðnum til landsdystirnar ímóti Íslandi og Týsklandi. ? Mínir møguleikar eru sjálvandi treytaðir av, hvussu tað fer at ganga í GÍ næstu mánaðirnar, men eftir dystin í dag, havi eg góðar vónir, men í síðsta enda er tað upp til Henrik Larsen, so vit fáa at síggja, sigur Súni Olsen at enda










