Eftir javnleik 2-2 á útivølli ímóti finska liðnum FC Honka, kundi AaB avgera alt á heimavølli. Og tað gjørdu teir, hóast tað ikki var so sannførandi, sum tað kundi verið. Dysturin á Aalborg Stadion endaði við javnleiki 1-1, og so kom AaB víðari, tí liðið hevði gjørt fleiri mál á útivølli. Jón Rói Jacobsen spældi í verjuni frá dystarbyrjan, og hann var tikin út fimm minuttir fyri tíð. Súni Olsen spældi allan dystin á miðvøllinum. AaB skal í næsta umfari av Intertoto Cup spæla ímóti belgiska liðnum Gent.