Eftir at GÍ í summar hevur verið á venjingarlegu í Danmark, fer meginparturion av leikarahópinum heim aftur til Føroya, har fyrireikingarnar til seinnu helvt av kappingarárinum halda á fram.
Til Rosenborg
Súni Olsen, sum er ein av yngru monnunum á GÍ liðnum, verður tó ikki viði liðfeløgunum á Føroyaferðini.
Hann fer hinvegin til Noregs, har hann frá 22. juli skal royndarvenja við fremsta norska fótbóltsfelagnum, Roesenborg.
Tað er Jákup í Stórustovu, sum stendur fyri venjingarferðini hjá Súna, og er hetta liður í eini verkætlan, sum hevur strekt seg yvir eitt longri tíðarskeið.
Frammanundan hava fleiri aðrir ungir føroyingar verið hjá ymsum útlendskum feløgum, men hetta er so fyrsta ferðin, at nakar teirra fer til Rosenborg.
Spentur
Sjálvur sigur Súni, at hann hevur vita av ferðini seinastu tveir til tríggjar mánaðirnar, og at hann sjálvsagt er spentur at sleppa at royna seg hjá norska felagnum.
Júst hvat úrslitið av ferðini verður, dugir hann tó als ikki at meta um, men kortini er hann sjálvandi sera spentir at fara.
Hóast talan er um eina sonevnda royndarvenjing, so hevur Jákup í Stórustovu alla tíðina lagt dent á, at talan fyrst og fremst skal vera um eina læruríka uppliving hjá ungu leikarunum.
Fyri at leikararnir kunnu fáa sum mest burturúr, er sjálvandi umráðandi, at teir eisini sleppa at royna seg í dysti, og her skilst á lagnum, at føroysku feløgini hava verið sera lagalig við at læna spæliloyvi hjá leikarunum út.
Venjingarskeiðið hjá Súna byrjar annars 22. juli, og skal hann so venja við felagnum fram til 31. juli. Tá fer hann við U-19 liðnum hjá Rosenborg til fótbóltskapping í Danmark, áðrenn hann at enda stevnir aftur móti Føroyum, ein dag undan GÍ setir hol á heystarskrá sína.
Sum nevnt, so er venjingarferðin hjá Súna liður í einum arbeiði, sum Jákup í Stórustovu í samstarvi við nakrar føroyskar fyritøkur hevur staðið fyri. Fyritøkurnar, sum hava stuðlað hesum, eru Føroya Shell, Tryggingarfelagið Føroyar og Føroya Sparikassi.
Upprunaliga vórðu fleiri ungir evnaríkir leikarar valdir út, og nú hava so flestu teirra roynt á egnum kroppi, hvussu tilveran hjá einum yrkisleikara er.
Einasti leikarin av teimum upprunaligu, sum enn hevur til góðar at fara á fótbóltsferð, er ungi HB framherjin, Jón Rói Jacobsen. Enn er ikki endaliga avgjørt, nær hann skal út at royna seg, men í samráð við HB og við atliti til strævnu dystarskránna, er í fyrstu atløgu gjørt av, at hetta ikki verður fyrr enn eftir kappingarárslok.










