Súni tapti móti sínum gomlu

Súni Olsen vitjaði seinnapartin í dag aftur á Aalborg Stadion, tá hann og liðfelagarnir úr Viborg skuldu royna at vinna sær týðandi stig í botnstríðnum. Heldur ikki í dag eydnaðist tað botnproppinum í SAS-liguni at fáa úrtøku, tí heimaliðið vann dystin við 2-0. Kasper Risgård og Thomas Enevoldsen stóðu fyri málunum hjá AaB, sum bæði komu í fyrra hálvleiki.

Súni Olsen stóð seg sera væl á miðvøllinum, og danskir miðlar vildu vera við, at føroyski landsliðsleikarin var besti maður hjá gestunum.