Súni Olsen spældi við frá byrjan, tá ið AaB spældi á útivølli ímóti Brøndby í Viasat Cup í gjár. AaB var betra liðið stóran part av dystinum, og tað var eisini liðið úr Aalborg, sum legði seg á odda eftir 20 minuttir. Súni Olsen varð við í uppspælinum til málið, sum Poul Hubertz skoraði. Súni Olsen hevði løtu seinni eina naska roynd. Tá ið 12 minuttir vóru eftir, varð Súni Olsen skiftur út, og tá ið fimm minuttir manglaðu av dystinum, javnaði Brøndby til endaliga úrslitið 1-1.