Súni spældi eina løtu

AaB spældi fríggjadagin venjingardyst ímóti Randers FC, og tað eydnaðist at vinna dystin 3-2. Súni Olsen var á beinkinum, men hann kom á vøllin í seinna hálvleik, tá ið støðan var 2-1 til AaB. Løtu seinni javnaði Randers FC til 2-2, eftir at AaB hevði verið á odda 2-0 í hálvleikinum, men AaB fótaði sær aftur og fekk sigurin heim við einum triðja máli. Súni Olsen kom inn á miðvøllin at spæla í 66. minutti, og har slapp hann millum annað at takast við kenda danska miðvallara Stig Tøfting, sum nú spælir fyri Randers.