Súni smáskaddur

Tað er ikki vist, at Súni Olsen er førur fyri at spæla í næsta dystinum hjá AaB, sum verður ímóti SønderjydskE. Súni er ein av spælarunum hjá AaB, sum stríðist við ein skaða, og mikudagin vandi Súni ikki við liðfeløgunum. Súni hevur toygt ein vødd í lærinum, og hóast talan er um ein minni skaða, er óvist, um hann fær spælt um vikuskiftið, skrivar heimasíðan hjá AaB.