Súni skoraði í Viborg-tapi

Føroyski landsliðsleikarin, Súni Olsen, skeyt í gjárkvøldið sítt fyrsta mál fyri Viborg, tá ið hann skoraði einasta málið hjá teimum í 1-3 tapinum fyri AC Horsens. Viborg hevur stórar trupulleikar við at vinna seg úr botninum á Superliguni. Í gjárkvøldið tóku teir ímóti AC Horsens, men tað byrjaði sera illa hjá Viborg, sum eftir bara fýra minuttum var aftanfyri 0-2. Stutt fyri hálvleik sló Súni Olsen til, og við einum frálíkum máli minkaði hann um munin til 1-2. Í seinna hálvleiki kom eitt mál, og hetta átti AC Horsens. 1-3 ósigurin í kvøld førir við sær, at Viborg framvegis er seks stig undir niðurflytingarmarkinum.