Súni skaddur og útskiftur

Dysturin millum FCK og Viborg endaði 3-2 til FCK, eftir at hava verið aftanfyri 2-1 í hálvleikinum. Føroyski Súni Olsen byrjaði á miðvøllinum hjá Viborg. Súni var millum frægastu menninir, áðrenn hann eftir hálvum tíma mátti lata seg útskifta vegna skaða. Hann náddi at senda fleiri góðar spælingar, tvey nøsk langskot og fáa besta ummæli frá frásøgumonnunum á TV2 Sport, sum sendir dystin beinleiðis.

 

Jesper Grønkjær varð innskiftur frá byrjan í seinna hálvleiki, og tað var hann, ið gjørdi stóran munin. Fyrst legði hann upp til útjavnandi málið hjá Junior í 56. minutti, og í 87. minutti gjørdist hann sigursharri, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið: 3-2 til FCK.

 

Við sigrinum fekk FCK etið seg inn aftur á AaB, og liggur nú á 2. plássi - tvey stig aftanfyri Jón Róa og AaB. Hinvegin sær av álvara hættisligt út hjá Súna og Viborg, sum nú eru seks stig aftanfyri AGF og niðurflytingarmarkið.