Nógv bendir á, at Súni Olsen verður nýggjur venjari hjá B68. Hann spældi í ár við KÍ, men hevur boðað frá, at hann helst ikki spælir aftur. Hann er í holtur við venjaraútbúgvingina og skal tí hava eitt lið at venja.
Les eisini: Súni Olsen gevst - helst
35 ára gamli gøtumaðurin skifti farna kappingarár til KÍ, men hann væntar ikki, at hann heldur fram at spæla. Frísparkssnillingurin hevur verið plágaður av skaðum hetta kappingarárið.
Sum skilst, so verður avtalan undirskrivað um vikuskiftið. B68 flutti farna kappingarár niður uttan at vinna ein tann einasta dyst. Her á In.fo ivast vit ikki í, at Súni Olsen verður at síggja í reyða búnanum onkran dyst komandi ár. So mikið væl stóð hann seg, tá hann hóast alt spældi í ár. Millum annað skoraði hann ikki færri enn níggju mál.
B68 flutti niður saman við AB.










