Súni Olsen til B36

Gøtumaðurin og landsliðsleikarin, Súni Olsen, hevur gjørt sáttmála við B36

Stutt fyri døgurða í dag gjørdist greitt, at B36 og Súni Olsen eru komin ásamt um at gera sáttmála. Súni Olsen váttar søguna fyri Sosialinum, og sigur soleiðis:

– B36 er eitt stórt felag í Føroyum, teir hava høgar málsetningar og eg gleði meg at spæla við teimum.

Súni Olsen hevur spælt við Viborg, sum flutti niður í næstbestu deildina, og áðrenn tað spældi hann við AaB, sum vann danska meistaraheitið í ár. Spurdur um tað ikki er eitt stórt fet skeiva vegin hjá honum, sigur Súni Olsen, at hann ikki skal siga hvønn veg tað vendur.

– Men hjá mær snýr tað seg um at fáa spæligleðina aftur, og eg eri sera fegin um avtaluna, eg havi gjørt við B36.

B36 hevur júst drigið danska SAS-ligu felagið Brøndby í UEFA-Cup. Súni Olsen hevur seinastu árini spælt SAS-liga fótbólt, og fegnast hann um lutakastið hjá B36.

– Sjálvandi hevur lutakastið týdning fyri mítt val. Eg havi spælt nógv ár í Danmark, og eri ikki eitt heilt ókent navn. Spæli eg tveir góðar dystir móti teimum, so veit man ikki hvat kann henda, men mítt fokus er sjálvandi á B36 nú, sigur Súni Olsen, sum ætlandi verður partur av B36-hópinum til dystin móti KÍ sunnudagin.


Myndatekstur:

Súni Olsen vil finna spæligleðina aftur í B36