Landsliðsleikarin Súni Olsen var ikki á vøllinum í Beograd leygarkvøldið, orsakað av skaða. Men hann hevur kortini gjørt vart við seg um vikuskiftið Sambært Dimmalætting sló Súni Olsen nevniliga ein duravørð í dansistaðnum í Eclipse. Hendingin fór fram tá rúsávirkaði landsliðsleikarin skuldi blakast út úr dansistaðnum.
Við Rás2 sigur Súni Olsen millum annað, at hann ikki minnist seg hava sligið nakran, men minnist seg hava sparkað hurðina.
- Eg minnist ikki hendingina sum nakað positivt, men vil ikki koma inná detaljur í hendingini, sigur skaddi landsliðsleikarin.
Í dimmalætting stendur at Súni Olsen er meldaður fyri harðskap, men við Rás2 sigur hann ikki vita nakað um hetta.
- Eg havi onki hoyrt frá politinum, men teir eru vælkomnir at ringja um teir vilja nakað, sigur Súni Olsen.
B36 leikarin sigur seg harmast um hendingina, og vónar at tað ikki er nakað, ið hendir aftur.