Súni Olsen gjørt avtalu við B36

B36 skrivaði í morgun undir sáttmála við landsliðleikaran Súna Olsen, og hann spælir við B36 tað, ið eftir er av kappingarárinum. Tað skrivar heimasíðan hjá B36.

 

Súni Olsen hevur seinastu árini spælt í superliguni við feløgunum AaB og Viborg.

 

- Vit bjóða Súna at vera vælkomin í B36 og ynskja honum góða eydnu. Hann er klárur at spæla við beinanvegin og verður við í hópinum, sum fer til Klaksvíkar sunnudagin, eins og hann spælir við í UEFA Cup-dystunum móti Brøndby, skrivar B36 á heimasíðu sínari.