Súni Olsen, sum í ár hevur spælt við KÍ, verður helst ikki at síggja á vøllinum aftur sum spælari í bestu deildini. Tað boðar hann frá í heilsan til Víking.
- Vil hervið senda eina hjartans heilsan til mínar fyrrverandi viðleikarar í Víkingi. Stórt til lukku til tykkum, og til lukku við FM - og takk fyri harða kapping í ár, bæði í steypa- og landskappingini. Tit vóru drúgvir í ár og hava steypið uppiborið. Eg verði neyvan at síggja á vøllinum aftur, so eg vil samstundis takka tykkum fyri alt samarbeiðið, ið vit hava havt gjøgnum árini, skrivar Súni Olsen.
Hann skifti í ár frá júst Víkingi til KÍ. Miðvallarin hevur havt trupulleikar við skaðum í ár, men hevur alíkavæl spælt 19 dystir og skotið seks mál í landskappingini. 35 ára gamli frísparkssnillingurin skoraði eisini avgerandi brotssparkið í steypafinaluni, sum KÍ vann á Víkingi.