Súni Olsen fer til Viborg

Leikluturin sum eykamaður hjá AaB er ikki nóg mikið hjá Súna, sum roknar við meira spælitíð hjá Viborg

Felagsskiftið varð kunngjørt í morgun, og verður Súni soleiðis partur av hópinum hjá Viborg, sum í vár skal stríðast fyri at yvirliva í bestu deildini.

- Súni er ein spælari, sum vit kunnu nýta á fleiri plássum, og tí styrkir hann avgjørt um breiddina um hópinum. Og hartil verður kappingin um plássini í hópinum størri, sigur Steffen Højer, sum er ítróttastjóri hjá Viborg, við bold.dk.

Tað eydnaðist okkum at fáa orðið á Súna fyri evstamark okkara. Men við heimasíðuna sigur hann, at hann gleðir seg at fáa møguleikan at spæla fast í donsku superliguni. Og at fremsta málið sjálvandi er at hjálpa felagnum í stríðnum at sleppa undan niðurflyting.

Tað er Jákup í Stórustovu, sum hevur staðið fyri samráðingunum, og hann sigur, at talan er um sáttmála, sum í fyrsta umfari er galdandi í hálvt ár. Hetta tí tað hevur stóran týdning fyri bæði Viborg og Súna, um felagið er partur av superliguni næsta kappingarár ella ikki.