Føroyski landsliðsleikarin, Suni Olsen, varð í dag dømdur 50 daga treytaða fongsulsrevsing at hava sligið ein duravørð. Rás2 tosar við Súna Olsen í tíðindum klokkan 17.00 Ein býtúrur í september í fjør hevur nú fingið ta avleiðing fyri føroyska landsliðsleikaran, Suna Olsen, at hann er dømdur í 50 daga fongsulsrevsing fyri at hava sligið ein duravørð.
Hendingin fór fram 7. september í fjør, tá Suni Olsen eftir gott lag við vinmonnum endaði í Eclipse. Har sóu tveir duravørðar eftir øllum at døma landsliðsleikaran so illan og óhøviskan, at teir gjørdu av at tveita hann á dyr.
Dómarin legði til grund, at hóast ósamsvar á fleiri punktum var í frágreiðingunum, mátti staðfestast, at Suni Olsen hevði sligið annan av duravørunum so harðliga, at ein hann brákaði eina tonn.
Dómarin valdi tí at ganga ákæranum á møti og døma landsliðsleikaran í 50 daga fongsul. Men hann var kortini ikki samdur við ákæranum um, at dómurin skuldi verða treytaleysur.
Í grundgeving síni førdi dómarin fram, at ósamsvar er millum frágreiðingarnar hjá duravørðunum, og hartil førdi eitt annað vitni fram, at duravørðarnir vóru bæði harðligir og ósømiligir. Eisini taldi tað við, at Suni Olsen var í østari sinnisstøðu, umframt at hann ongantíð hevði verið úti fyri slíkum áður.
Dómarin gjørdi tí av, at fongsulsrevsingin skuldi verða treytað, og fellur burtur, um Suni Olsen einki revsivert ger tvey tey komandi árini.
Jógvan Páll Lassen hevði ikki fingið sjálvan dómin, tá vit tosaðu við hann beint eftir døgurða, men bert hoyrt úrslitið. Støða er tí ikki tikin enn til, um dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt. Men sambært verjanum verður støða tikin til hetta innan heilt fáar