Súni Olsen aftur til GÍ

GÍ liðið verður munandi styrkt undan næsta umfari í landskappingini. Súni Olsen vendir heimaftur til Gøtu og fer nú at spæl við GÍ. Verjuleikarin Poul Ennigarð er eisini komin heimaftur

GÍ fær undan komandi umfari í landskappingini styrk frá tveimum leikarum, ið hava roynt seg á landsliðnum. Talan er um Súna Olsen og Poul Ennigarð.
Súni Olsen hevur verið sáttmálabundin í hollendska felagnum FC Zwolle í tvey ár, men nú hevur hann valt at gevast í hollendskum fótbólti, og hann flytir heimaftur í dag.
? Eg havi valt at koma heimaftur nú hóast eg hevði tvey ár eftir av sáttmálanum, sigur Súni Olsen, sum hevur søkt inn á FHS á Kambsdali.
Hann sigur seg eisini vera til reiðar at spæla við GÍ komandi mánadag, tá GÍ spælir móti GÍ.
Formaðurin í GÍ, Svenn Olsen, váttar, at Súni Olsen aftur kemur at spæla fyri GÍ. Eftir øllum at døma verður Súni Olsen at síggja á vøllinum, tá GÍ møtir Skála á heimavølli komandi mánadagin 2. hvítusunnudag.
Um Súni er við frá byrjan er sjálvandi ein avgerð, sum venjarin Johan Nielsen skal taka støðu til.
? Mær vitandi er alt enn ikki komið uppá pláss viðvíkjandi teimum ymsu pappírunum og skjølunum, sum skulu vera í lagi, áðrenn hann aftur kann spæla við GÍ, men tað liggur í øllum førum fast, at Súni Olsen fer at spæla við GÍ aftur, sigur Svenn Olsen, formaður í GÍ.
Súni Olsen er sostatt leysur av sáttmálanum við Zwolle, og hann kemur heimaftur á klettarnar í dag, hósdagin.

Styrk í verjuni
Umframt Súna Olsen kann venjarin eisini nýta Poul Ennigarð í dystinum móti Skála. Poul hevur verið í Danmark í fimm vikur og tikið sveinaroyndina sum radiomekanikari. Hann spældi fleiri dystir í bólkaspælinum í steypakappingini, áðrenn hann fór niður.
Poul hevur ferðast aftur og fram millum Føroyar og Danmark í sambandi við útbúgvingina, men nú er hann liðugur, og Johan Nielsen hevur eisini hann tøkan til komandi dyst.
Hetta er ein ómetaliga stórur styrkur hjá GÍ, tí hesir leikararnir hava verið sera eyðsýndir í innan fótbóltsheimin seinastu árini. Poul Ennigarð hevur vunnið fleiri meistaraheiti við GÍ, og Súni Olsen hevur roynt seg sum yrkisleikara í tvey í Hollandi. Hann skuldi tí verið væl fyri, nú hann aftur kemur at spæla í føroysku 1. deild.
Annars verður sagt úr Gøtu, at allir menn eru klárir til komandi dyst.