Súni Olsen aftur á Tórsvølli

Rás2: Maðurin, sum fór avstað við Løgmanssteypinum, er aftur

Í fjør fór Súni Olsen avstað við Løgmanssteypinum, tá hann sendi fimta og avgerandi brotssparkið í steypafinaluni í málið. Nú er hann aftur á Tórsvølli, men tað verður í einum øðrvísi leikluti.

 

Súni Olsen verður nevniliga viðmerkjari, tá Rás2 sigur frá steypafinaluni á Tórsvølli millum B36 og NSÍ. Sjálv steypafinalan verður klokkan 19.45, men beinleiðis frásøgnin er frá klokkan 19. Gestir í upptaktini eru Anders Gerber, venjari hjá NSÍ, og Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

Eisini fær Rás2 vitjan av Tórðuri Thomsen, málverja hjá B36, sum hevur leikbann og tí ikki kann spæla í kvøld. Rás2 hevur sent upptakt frá klokkan 15, so tað er bara at seta á Rás2.