Súni og teir spældu javnt

Um vikuskiftið spældi danska superligaliðið AaB dyst í Intertoto Cup. Mótstøðuliðið var FC Honka úr Finlandi. Súni Olsen byrjaði dystin á miðvøllinum, meðan Jón Rói Jacobsen sat á beinkinum. Dysturin endaði við javnleiki, eftir at AaB tvær ferðir hevði lagt seg á odda. Úrslitið gjørdist 2-2, og tað kann AaB brúka sum útgangsstøðu til seinna dystin, sum verður spældur á heimavølli næsta vikuskifti.