AaB spældi sunnudagin seinna Intertoto-dystin ímóti belgiska liðnum Gent á heimavølli. Fyrri dysturin endaði við javnleiki, og tí hevði AaB møguleikan at spæla seg víðari.
Hetta eydnaðist eisini, hóast tað stóð á jøvnum, tá ið 11 minuttir vóru eftir at spæla. Tá sló nýggi svenski spælarin hjá AaB, Andreas Johansson, til og skoraði sigursmálið. Sigurin hevur við sær, at AaB spælir seg víðari til UEFA Cup kappingina.
Hvørki Jón Rói Jacobsen ella Súni Olsen spældu við í dystinum í gjár.