Súni og Jón Rói fingið nýggjan málverja

Eftir at Jimmy Nielsen fyrr í ár valdi at skifta til enskan fótbólt, hevur felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen, AaB,leitað sær eftir nýggjum málverja.

 

Tað hevur nú eydnast teimum at funnið ein málverja, og talan er um 32 ára gamlaa Karim Zaza. Zaza, sum er føddur í Marokko, hevur leikt yvir 200 dystir í bestu deildini fyri FCK, OB og Brøndby.