Súni neyvan klárur til superliguna

Tann 19. juli spælir AaB sín fyrsta dyst nýggja kappingarárinum í Danmark. Fyrsti dysturin hjá AaB verður á heimavølli ímóti Viborg. Jón Rói Jacobsen spælir ikki aftur í hesum árinum, tí hann hevur fingið álvarsaman knæskaða. Ivasamt er eisini, um hin føroyski spælarin í AaB, Súni Olsen, verður klárur til fyrsta dystin í superliguni. Súni stríðist við ein skaða, og sambært fysioterapeutinum hjá AaB, so er tað ivasamt, um Súni fær spælt ímóti Viborg.