Súni móti gamla venjaranum

Svenski landsliðsvenjarin hevur eisini verið venjara hjá Súna Olsen, tá hann spældi við AaB í donsku Superliguni.

 

Erik Hamrén hevur umframt at vera svenskur landsliðsvenjari eisini staðið á odda fyri liðnum Rosenborg og AaB. Í báðum feløgunum megnaði hann at vinna meistaraheitið.

 

Súni Olsen spældi frá 2005 til 2007 við AaB og hevði Erik Hamrén sum venjara. Eisini Jón Rói Jacobsen spældi við AaB um tað mundið.

 

Tað er ógreitt hvønn leiklut Súni Olsen fær á landsliðnum hesagerð. Hann kom inn í seinna hálvleiki móti Týsklandi.

 

Dysturin millum Føroyar og Svøríki verður fríggjadagin og byrjar klokkan 17.00.