Súni ímóti Esbjerg

Nú er greitt, hvørji feløg spæla við í Viasat steyapakappingini, har vinnandi liðið fær tríggjar milliónir krónur. Tað er sjónvarpsfelagið Viasat, sum skipar fyri kappingini millum tey donsku superligafeløgini. Fýra feløg eru eftir í kappingini, og tey eru Silkeborg, FC Nordsjælland, Esbjerg og AaB. Súni Olsen hevur spælt nógv við í dystunum í Viasat Cup higartil,og hósdagin bíðar fyrra hálvfinalan ímóti Esbjerg. Dysturin hósdagin verður á útivølli, og í næstu viku spæla liðini so í Aalborg.