Súni liðugur í B36

Súni Olsen kom rættiliga í brennidepilin, tá hann í gjár kom á forsíðuna á Dimmalætting fyri ein tilburð á Eclipse um vikuskiftið.

B36 og Súni Olsen hava í dag tosað saman um hendingina, og úrslitið av hesum er, at samstarvið millum partarnar endar her og nú.

Kristjan á Neystabø, formaður í B36, harmast um hendingina.

- Men vit eru so samdir um, at samstarvið steðgar her og nú, er einasta viðmerkingin, sum Kristjan á Neystabø.