Tað sær alsamt verri út hjá Viborg í botninum í superliguni. Í gjár spældi Viborg á útivølli ímóti FC Nordsjælland, og hóast teir úr Viborg skoraðu trý mál, so vunnu teir ikki. FCN skoraði fimm ferðir og vann harvið dystin. Súni Olsen spældi ikki við hjá Viborg, hann var sjúkur og var tí ikki førur fyri at spæla í gjár.