Tbilisi, Georgia: – Eg royndi at sparka ein mann niður, men rakti so mikið gott, at eg fekk ilt og bleiv skaddur, greiðir Súni Olsen flennandi frá, tá vit spyrja hann, hvussu hann fekk skaðan leygardagin.
– Tað er skinnabeinið, sum tað gekk út yvir og tað minnir mest um eitt trælær, sum bara skal hava tíð, sigur Súni Olsen.
– Eg føli eitt lítið sindur í tí nú, men tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki mikudagin, segði Súni Olsen við Sosialin, meðan vit bíðaðu eftir viðførinum á flogvøllinum í Tbilisi.
Kendist gott at vera aftur
Gøtumaðurin var á vøllinum ein góðan tíma leygardagin. Henda løtan kendist bara góð, heldur Súni.
– Tað kendist gott. Umstøðurnar vóru nú ikki tær bestu, men tað var deiligt at spæla fótbólt aftur á høgum støði við góðari mótstøðu, sigur Súni Olsen og leggur sannførdur aftrat:
– Ja, tað kendist rætt. Tað var deiligt at spæla og eg føldi eg hevði meiri orku í mær, tá eg bleiv skaddur.