Súni kann fáa kjansin

AaB hevur selt vinstra bakkin Allan K. Jepsen, og høgri bakkurin Allan Olesen hevur fingið ein skaða. Tí er møguleikin góður fyri, at føroyski landsliðsspælarin Súni Olsen kann fáa spælitíð í næsta dystinum hjá AaB. Súni hevur røkt skiftandi uppgávur á liðnum hjá AaB, og hann hevur millum annað spælt fleiri dystir sum avloysari fyri júst Allan Olesen, sum nú má binda frið í eina tíð.