Súni hevur vunnið fast pláss

AaB hevur rættuliga flutt seg frá botninum, meðan tað stendur illa til hjá Rógva Jacobsen og SønderjyskE

SUPERLIGAN

Aftur mikukvøldið, tá ið 15. umfarið var á skránni, vóru allir tríggir føroyingarnir á vøllinum, og aftur hesa ferð var Johan B. Hansen allar 90 minuttirnar á vinstra vongverja hjá Horsens. Teir høvdu vitjan av Silkeborg. Horsens hevði frammanundan ikki vunnið á heimavølli, og Silkeborg hevði ikki vunnið á útivølli!
Og fyri fimtu ferð í hesum kappingarárinum endaði tað málleyst á heimavøllinum hjá Horsens. Tað er met, men í Horsens halda teir seg ikki spæla keðiligan fótbólt. Og tað gjørdu teir ikki, tá ið teir sunnudagin taptu 1-0 í Parkini móti FCK.
Mikukvøldið vann FCK 4-1 í Haderslev móti SønderjyskE. Harvið hevur FCK í fimtan teimum fyrstu umførunum vunnið tólv ferðir og tríggjar ferðir spælt javnt. Talan er um nýtt met hjá FCK, sum økti um leiðsluna, soleiðis at hon nú er seks stig.
Rógvi Jacobsen varð settur á vøllin, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Meðan Rógvi var á vøllinum, skoraði FCK tvey mál. SønderjyskE er nógv aftast, og góða úrtøkan hevur ikki enn víst seg, sum tað varð roknað við skuldi gerast veruleiki, tá ið Morten Bruun fyrr í heyst gjørdist venjari.
FCK leiðlsan øktist, tí Brøndby og Viborg ikki megnaðu meiri enn javnleik. Brøndby spældi 0-0 í Esbjerg, har illa kroysta heimaliðið stríddist sum fyri lívinum, og Viborg var partur av sera undirhaldandi uppgerð í Århus, har illa stadda AGF, sum framvegis er niðanfyri strikuna, vísti góðan hugburð. Úrslitið varð 3-3.
Súni Olsen var allar 90 minuttirnar á AaB liðnum, sum í Odense vann 2-0 á OB. Talan var um fínt AaB avrik, og Súni Olsen fekk gult kort, tá ið ein hálvur tími var farin. AaB framdi tríggjar útskiftingar, og tá ið Súni Olsen alla tíðina var á vøllinum man tað boða frá, at teir í Aalborg nú síggja Súna Olsen sum ein av føstu monnunum.
Hjá FCM hevur tað í Herning ikki gingið soleiðis, sum tað áður hevur gjørt. Eftir 5-0 lúsingin í Brøndby sunnudagin hevur verið tosað um, at FCM venjarin, Erik Rasmussen, skal fáa sekkin. Tað hevur hann ikki fingið, og mikukvøldið var tað ikki heilt galið, tá ið FCM á heimavølli megnaði 1-1 móti FCN. Felagið úr Farum hevur staðið seg væl, og nú eru teir á fjórða plássi.