Súni hevur stórar møguleikar

Geir de Lange, sum hevur hjálpt Súna við at sleppa til Hollands, sær stórar møguleikar í føroyska leikaranum

 

Seinastu sjey árini hevur Geir de Lange verið maðurin, sum hevur hjálpt GÍ við fyrireikingum, tá felagið hevur verið á árligu venjingarleguni í Danmark.

Sostatt er við árunum íkomið eitt gott samband við mannin. Kanska skuldi heldur staðið vinarlag, tí sjálvur letur Geir ongan iva vera um, at hann heldur nógv av GÍ. Bæði sum felag og teimum einstaklingum, sum eru í felagnum.


Drúgvar royndir

Eitt av teimum geramálum, sum Geir eisini tekst við, er at hann seinastu 18 árini hevur verið talentspeidari. T.v.s. leitar eftir ungum evnaríkum leikarum, sum kunnu gerast áhugaverdir hjá ymsum europeiskum feløgum.

- Eg havi fingið nógvar royndir hesi árini, og tá eg í summar sá Súna spæla, var eg ikki í iva um, at talan her var um ein sera evnaríkan leikara.

- Hann er tó heldur í eldra lagi í so máta, hóast hann bert er 19 ár. Í Hollandi og Belgia er vanligt, at sáttmáli verður gjørdur við leikarar um 15 ára aldur, tí feløgini tá hava nógv størri møguleikar at menna teir.

Sum dømi um heilt leikarar, sum Geir hevur sent uttanlands, nevnir hann svenska Pär Zatterberg, sum mong munnu meta sum ein hin fremsta svenska leikaran í løtuni. Hesin fór 15 ára gamal til belgiska Anderlecht, har hann í fleiri ár taldist millum bestu leikararnar, áðrenn hann í summar skifti til grikska Olympiakos.


Betri møguleik í Hollandi

Geir ivast tó ikki í, at Súni hevur góðar møguleikar at menna seg heilt nógv í Hollandi.

- Tað hevur verið skrivað um, at t.d. Rosenborg eisini hevði áhuga í honum, men her haldi eg, at menningarmøguleikarnir í Hollandi eru nógv størri. Hetta av teirri einføldu orsøk, at her fær hann spælt á rættuligum grasi í 11 mánaðir, ístaðin fyri einar seks mánaðir, sum talan er um í Noreg.

Kanska mest spennandi parturin av fótbóltsævintýrinum hjá Súna er agenturin, sum hevur fingið sáttmálan í lag. Talan er hollendska Henk van Ginger, sum hevur felagið, World Socce-consult. Hesin er umboð hjá nógvum kendum leikarum, og millum annað hevur hann staðið fyri handlunum av Jaap Stam, Raimond Van Der Gouw og Sami Hypia.

- Hetta haldi eg vera av alstórum týdningi, tí við hesum standa so at siga allir møguleikar opnir fyri Súna, um so er, at evnini og viljin eru nóg stór. Og at viljin er í lagi ivist eg ikki í, leggur Geir de Lange afturat.


GÍ fær stórar møguleikar

Umframt týdningin, sum hetta kann hava fyri Súna, leggur Geir eisini dent á, at fyri GÍ kann hetta samstarv verða av alstórum týdningi.

- Hetta gevur heilt avgjørt møguleikar til felagið. Bæði tí teir leikarar, sum eru í felagnum, fáa meira at stremba eftir, men eisini, tí teir á henda hátt kunnu draga fleiri evnaríkar leikarar til felagið.

Hvørt hetta seinna fer at gerast møguleiki, kann bert framtíðin vísa, men fyri føroyskan fótbólt sum heild er at vóna, at hetta kann seta enn meira ferð á ta menning, sum hevur verið so eyðkend seinnu árini.

At umheimurin hevur fingið eyguni upp fyri føroyskum fótbólti, tykist so als eingin ivi at vera um.