Súni Olsen er ikki við í hópinum hjá AaB, sum í kvøld skal spæla hálvfinalu í Viasat Cup. Dysturin verður spældur ímóti Esbjerg á útivølli, og nógvir av spælarunum frá 1. liðshópinum hjá AaB hava fingið frí til dystin. Tí er pláss blivin fyri heili seks spælarum, sum vanliga hoyra til 2. liðshópin hjá felagnum. Súni Olsen er ein av teimum, sum hevur spælt nógv í Viasat Cup seinastu vikurnar, og han hevur skorað tvey mál fyri AaB. Nú er hann ikki millum teir 15 spælararnar, sum spæla fyrru hálvfinaluna í kvøld. Sambært heimasíðuni hjá AaB verða nógvir spælarar hvíldir, tí teir hava minni skaðar. Seinna hálvfinalan verðu spæld í Aalborg sunnudagin, og seinni fæst at vita, um Súni Olsen verður klárur til tann dystin.