Tað var stórt vónbrot, tá ið AaB fyri viku síðani tapti á heimavølli ímóti Viborg. Í morgin verður næsti dysturin í nýggja árinum, og hann verður eisini á heimavølli. AC Horsens fer at vitja í Aalborg.
Súni Olsen er millum teir nítjan, sum hava fingið boð til heimadystin, sum tað avgjørt er neyðugt hjá AaB at vinna, um teir skulu hugsa um at vera við í kappingini um heiðursmerkini.
Jón Rói Jacobsen er framvegis ikki partur av besta hópinum. Men tað gongur rætta vegin hjá Jón Róa, eftir at hann í nakrar vikur hevur verið vøddaskaddur.
AaB hevur tapt fimm heimadystir í hesum kappingarárinum, og hagtølini siga, at tað ímóti AC Horsens oftast endar við javnleiki.