Súni í hálvfinaluni

Súni Olsen er komin í hálvfinaluna í Viasat Cup. AaB spældi í gjár seinnu fjórðingsfinaluna ímóti AGF, og hóast tað endaði við einum tapi, kom AaB víðari í kappingini. AaB vann fyrra dystin 3-0, og tí skuldi AGF rættiliga venda gongdini á heimavølli. Teir gjørdu eina heilhjartaða roynd, og eftir 25 minuttir hevði AGF skorað tvær ferðir. Men so minkaði AaB um munin, og úrslitið av dystinum gjørdist at enda 3-2 til AGF. Harvið vann AaB samanlagt 5-3. Súni Olsen spældi á miðvøllinum hjá AaB frá dystarbyrjan, og hann spældi í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út.