Súni glaður fyri fyrsta málið

- Tað var fantastiskt at fáa mítt fyrsta mál. Nú er bara eftir at vóna, at eg fái meira leiktíð og at eg fái bjóðað nýggjan sáttmála, sigur Súni Olsen við danska Indkast, eftir at hann skoraði til 2-0 í gjár ímóti Vejle.

 

Sáttmálin hjá Súna Olsen gongur út í summar. Men sum Súni segði við Sosialin fyrr í ár, so følir hann seg hava álit frá venjaranum, og hann hevur góðar vónir at fáa sáttmálan longdan.