Súni gjørdi innrás í Ålborg

Fyrrverandi GÍ spælarin vísti við sannførandi avriki síðsta tíman, at hann eisini á hægri støði enn í Føroyum er førur fyri at standa seg á sentrala miðvøllinum

Enn ein føroyingur tykist hava vunnið sær pláss í fremstu donsku fótbóltsdeildini. At Súni Olsen hevur fín fótbóltsevni hevur verið øllum, sum hava fylgt við, greitt, síðani nú 24 ára gamli gøtumaðurin av Jarnskor slagnum var smádrongur. Hann hevur eisini fyri nøkrum árum síðani verið í Hollandi. Har stóð hann seg væl. Men tá ið hann var á gáttini til bestu deildina, gjørdi hann av at flyta aftur til Gøtu og føroyskan fótbólt. Meðan hann hevur gingið í handilsskúla, hevur hann verið lyklaspælari í GÍ, og hann hevur verið sjálvskrivaður á vinstra vongverja á landsliðnum.
Kortini hevur verið ivasamt, um longsulin eftir aftur at gera um seg á útlendskum grasvallum, fór at gerast til veruleika.
Sunnudagin fekst góð ábending um, at Súni Olsen hevur førleika at standa seg millum teir bestu - í hvussu so er í Danmark. Súni var fyri fyrstu ferð millum teir sekstan kosnu, tá ið AaB á heimavølli móti Esbjerg skuldi stríðast fyri at vinna fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum.
Súni var ikki millum teir fyrstu ellivu, men hann varð settur á vøllin, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Miðvallarin Rasmus Würtz, sum Morten Olsen annars hevði sent boð eftir í sambandi við landsdystin, sum Danmark í morgin skal spæla móti Onglandi í Parkini, varð skaddur, og svenski AaB venjarin, Erik Harmen, gjørdi av, at Súni Olsen í fyrstu royndini á besta liðnum skuldi setast á álitispláss mitt á miðjuni.
Súni Olsen hevur nógvar royndir á høgum støði, og hann vísti seg at vera púra kaldur. AaB liðið viknaði ikki av, at gøtumaðurin var á miðvøllinum í staðin fyri danska landsliðsspælaran, og AaB vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað fram ímóti dystarenda, og tað var sjáldsamt, at báðir málskjúttarnir vóru innskiftarar.
Súni Olsen kom ikki á málskjúttaralistan, men tað var um reppið. Sjey minuttir undan leikloki smekkaði hann í eyðkenda stílinum langskot móti Esbjerg málinum. Bólturin brast í tvørtræið aftanfyri málverjan Lars Winde, men hann fór ikki inn um strikuna.
- Eg helt, at bólturin fór í málið, men tíverri brast hann bara í tvørtræið iðraði Súni Olsen seg, men kortini gleddist hann um sigurin og um, at tað hevði gingið væl hjá honum í fyrstu royndini á besta liðnum.
- Eg kendi meg væl til passar á sentrala miðvøllinum. Esbjerg misti ein mann tíðliga í 2. hálvleiki. Teir noyddust tískil at arbeiða uppaftur harðari, og tað sást aftur móti dystarenda. Tá vóru teir troyttir, og tí var tað ikki óvæntað, at vit megnaðu at skora tvey mál, staðfesti Súni Olsen.

Slóðararnir
Í sjeyti og áttati árunum kendist tað sum sensatión, tá ið føroyskir fótbóltsspælarar einstakar ferðir stríddu seg til pláss í bestu donsku deildini. Í nýggjari tíð - og tað vil siga fyri 25-30 árum síðani - vóru Henrik Thomsen og Abraham Løkin undanmenn hvat hesum viðvíkur. Henrik var eitt skifti seinnapartin av sjeyti árunum á besta liðnum hjá B93, sum nú er í triði bestu deildini, men sum tá var í bestu deildini. Abraham var miðskeiðis í áttati árunum á besta liðnum hjá OB.
Síðani var tíðarliga lopið langt til næsta føroyska tørnið í fremstu donsku deildini. Jan Allan Müller var eitt stutt skifti í AGF. Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen stríddu seg fyrrapartin av níti árunum á liðið í ávikavíst Lyngby og Herfølge. Felags fyri teir báðar er, at teir eru einastu føroysku fótbóltsspælararnir, sum higartil hava verið við til at vinna DM. Todi hevði skift bláa Lyngby búnan út við tann hvíta hjá FCK, tá ið hann gjørdist meistari.
Seinastu árini hava fleiri føroyingar roynt seg: Jón Rói Jacobsen í Brøndby, Johan B. Hansen í Horsens og nú Súni Olsen í AaB. Fleiri føroyingar spæla í næstbestu donsku deildini, og tað skal vera heilt undarligt, um tað ikki innan rúma tíð fara at vera ein ella fleiri føroyskir spælarar afturat í bestu donsku deildini.