Holland
Eftir at tað í eina tíð mest sum hevur staðið í stað hjá Súna Olsen, tykist nú aftur at ganga fram á hjá unga gøtumanninum.
Fyri viku síðani hevði hann avgerandi leiklut sum innskiftur, tá Zwolle vann týdningarmiklan oddadyst, og hesa ferð var hann millum teir fyrstu 11, tá Zwolle á heimavølli tók ímóti BV Veendam, sum er statt niðarliga í røðini.
Súni spældi við fyrstu 75 minuttirnar av dystinum, og tá hann fór av vøllinum hevði hann verið við til at givið liði sínum eina 2-1 leiðslu, sum teir eisini megnaðu at halda dystin á tamb.
Sær gott út
Zwolle hevur neyvan møguleika at røkka fremsta sessinum, sum gevur beinleiðis atgongd til bestu deildina, men við verandi gongd eru teir nærum vísir í at enda millum tey liðini, sum skulu dystast við niðaru liðini í heiðursdeildina um enn eitt pláss í deildini.
Úrtøkan hjá liðnum hevur verið stak góð seinastu tíðina, og í sonevndu perioduspølunum, sum tey hava fýra av í Hollandi, er Zwolle á odda í fjórða perioduspælinum. Allir perioduvinnararnir fáa sæti í upp- og niðurflytingarspælinum, og í løtuni er so einki av hinum liðunum, sum tykist vera eins vælkoyrandi og Súni og teir.