B68 hevur gjørt enn eina avtalu, sum hevur við sær, at spælarahópurin verður styrktur til komandi kappingarár. Talan er um álopsmannin Súna Fríða Johannesen, sum hevur gjørt avtalu við B68 um, at hann skal spæla við teimum í ár 2000. Tíðindini vórðu borin á veitsluni hjá Tofta Ítróttarfelag, sum var leygarkvøldið, og tey vórðu væl fagnaði.
? Vit fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa eina avtalu við Súna Fríða Johannesen. Hóast tað nú er nakað síðani, at hann var her, so er hann ikki ókendur í felagnum hjá okkum. Hann hevur víst góðar dygdir sum álopsspælari, bæði hjá okkum og aðra staðni, og vit vóna sjálvandi, at tað eisini komandi ár fer at liggja væl fyri. At liðið alt sum tað er, vónandi verður lyft upp, fer at gera tað lættari hjá teimum, sum fara at spæla í álopinum, heldur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag.
Niclas Davidsen hevur ikki ligið á løtu síðuni tær tvær vikurnar, sum eru farnar, síðani kappingarárið 1999 var liðugt. Í síðstu viku bórust tíðindini um, at B68 hevði skrivað sáttmála við Jóannes Jakobsen, sum skal vera venjari á Toftum komandi ár, og um at Jan Dam og Jákup Eli Olsen úr HB og Arnbjørn Danielsen og Øssur Hansen úr B36 skuldu spæla við B68 komandi ár, og nú hava teir á Toftum fingið ein HB spælarar afturat inn á Svangaskarð.
Súni Fríði Johannesen fyllir 27 ár í morgin. Hann kom á 1. lið í barndómsfelagnum, NSÍ, í 1989. Í 1992 flutti hann til B68, sum vann FM hetta sama árið. Frá á sumri í 1996 og til á sumri í 1997 var hann í NSÍ, og so spældi hann aftur eitt hálvt ár við B68. Í 1998 var hann við til at vinna FM við HB, og hann hevur eisini spælt við HB í ár.
Bæði í fjør og í ár var Súni Fríði Johannesen besti málskjútti hjá HB. Í fjør skoraði hann átjan mál og var saman við Kurt Mørkøre næstbesti málskjútti í kappingini (Jákup á Borg var við tjúgu málum bestur), og í ár skoraði Súni Fríði, sum í fleiri umfør var darvaður av skaðum, tíggju mál.









