Súni Fríði Barbá, fyrr Johannesen, var í nítiárunum millum mest støðugu málskjúttarnir í føroysku landskappingini. Nú er framherjin vorðin 36 ára gamalur, men hann finnur framvegis vegin til málið. Súni Fríði Barbá, leikandi venjari hjá eykaliðnum hjá B68, stóð fyri einasta málinum í dystinum í gjárkvøldið, tá B68 á heimavøllinum á Toftum vann á Skála. Málið kom, tá tíggju minuttir restaðu av dystinum. Málsetningurin hjá toftamonnum er at varðveita sætið í næstbestu deildini. Eftir tvey umfør hevur B68 fult stigatal. Skála hevur framvegis einki stig.