Súni flúgvandi í Hollandi

Eftir at hann hevði skorað trý mál á næstbesta liðnum, fekk gøtumaðurin sunnudagin ein tíma á besta liðnum

Tað gongur við tí rúkandi ferð hjá Súna Olsen, sum er í Hollandi. Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði hann sáttmála við FC Zwolle í næstbestu hollendsku deildini. Sáttmálin er galdandi fram til ársenda 2001, og tá Súni fyri einum lítlum mánaði síðani fór úr Føroyum mundi tað neyvan vera nakar, sum roknaði við, at hann beinanvegin skuldi gera seg galdandi í fremstu røð.

Men Súni hevur verið sum ein annar flúgvandi hollendari. Fyrst spældi hann á næstbesta liðnum, og har gekk tað sum eftir ánni. Súni skoraði trý mál og legði upp til tvey. Tað hevði við sær, at venjarin undan dystinum á útivølli sunnudagin gjørdi av at hava unga gøtumannin við í ferðalagnum hjá besta liðnum.

Súni skuldi sita á beinkinum. Men tað vóru bara tíggju minuttir farnir, tá hann slapp inn á vøllin at royna seg. Ein av miðvallarunum varð skaddur, og venjarin gjørdi av at seta Súna Olsen á vøllin. Sambært hollendskum upplýsingum royndist Súni hampuliga væl, men tað var týðuligt, at hann ikki er í somu venjingarstøðu, sum hinir á liðnum eru.

Hetta hevði við sær, at venjarin gjørdi av at skifta Súna út aftur í 69. minutti. Tá var hann púra lúgvaður.

FC Zwolle spældi á útivølli ímóti Dordrecht, sum vann 2?1. Teir komu á odda við brotssparki í 65. minutti. Í 82. minutti øktu teir til 2?0, og í yvirtíðini minkaði FC Zwolle um munin við brotssparki.

Zwolle er á fjórða plássi í næstbestu hollendsku deildini. Hollendskur fótbóltur er áhugaverdur og væl kendur um allan knøttin. Men áskoðaratalið tykist ikki altíð vera so høgt í næstbestu deildini. Sunnudagin hugdu 1500 fólk at Súna Olsen og teimum.