Súni fingið venjarastarv í B36

Bóltsnillingurin úr Gøtu, sum í fjør stóð á odda fyri B68, skal nú vera venjari í høvuðsstaðnum.

Súni Olsen, sum í fjør var venjari hjá besta mansliðnum hjá B68, skal í ár vera venjari í høvuðsstaðnum, har hann hevur fingið ábyrgdina av besta kvinnuliðnum hjá B36. Hetta skrivar B36 í tíðindaskrivi í kvøld.


Kvinnuliðið hjá B36 hevði í fjør Aleksandar Djordjevic sum venjara, men eftir at partarnir gjørdu av at fara hvør til sítt, so var tað Gunnar Sørensen, ið stóð á odda fyri liðnum tað, ið eftir var av kappingarárinum.


- Eftir at liðið í fjør ikki stóð seg heilt so væl, sum framgongdin seinnu árini annars hevur lagt upp til, er setningurin nú at byggja uppaftur. Talan er um ungt og spennandi lið, har onkrar rutineraðar kreftir tó eisini taka sín lut, og við Súna sum høvuðsvenjara eru kvinnurnar nú veruliga til reiðar at leggja til brots við kappingarbyrjan, skrivar B36 í tíðindaskrivinum.


Súni Olsen er 36 ára gamal. Hann gjørdist nummar fýra í 1. deild saman við B68 í fjør. Hann er annars ikki heilt ókendur í B36, har hann spældi nakrar dystir í 2008 og síðani aftur tíðarskeiðið frá 2011 til 2013.