Súni fær kapping

AaB hevur keypt norskan miðvallara, sum bæði hevur verið á landsliðnum, og sum hevur spælt í europeisku meistarakappingini

ÚTISETAFELAG

Súni Olsen hevur fingið jólafrí frá venjingunum í AaB. Hann hvílir seg nú, og samstundis roynir hann at koma fyri seg aftur, eftir at hann í meiri enn ein mánað hevur gingið við brotnum beini.
Í AaB hava teir inntil nú spælt í Royalu kappingini, og tað gera teir framvegis. Í kvøld skulu teir spæla á útivølli í Stokholm móti meistaraliðnum Djurgården. So fara teir í AaB í jólafrí.
Eftir ársskiftið verður lagt til brots við fyrireikingunum til síðsta triðingin av donsku landskappingini. Fyrsta umfarið í superliguni eftir vetrarsteðgin verður á Grækarismessu.
Leingi gekk tað einki serligt hjá AaB í heyst. Nú er tað nakað síðani, at ítróttarligi stjórin, Lynge Jacobsen, boðaði frá, at teir í AaB ætlaðu sær at keypa spælarar fyri at styrkja um liðið og harvið økja um kappingina um plássini.
Nú hevur AaB boðað frá, hvørjir fyrstu nýggju spælararnir fara at vera. Og eingin ivi er um, at í hvussu so er ein teirra fer at vera kappingarneyti hjá Súna Olsen um pláss á miðvøllinum. Talan er um norska Fredrik Winsnes. Hann er 29 ára gamalur og sigst ver bólttryggur og sera arbeiðssamur.
Hesin Fredrik Winsnes hevur nógvar royndir. Hann er skrásettur fyri at hava umboðað Noreg á a-landsliðnum tólv ferðir, og hann hevur ofta roynt seg í europeisku meistarakappingini.
Tað hevur hann, tí hann mest sum alla sína tíð hevur spælt í Rosenborg í Tróndheimi, har hann er føddur og uppvaksin. Tað er ikki meiri enn ein vika síðani, at hann var partur av Rosenborg liðnum, sum spældi móti franska Lyon.
Tá ið norski miðvallarin í mong ár hevur spælt í Rosenborg, so vil tað sjálvandi eisini siga, at hann hevur verið við til at vunnið eina rúgvu av norskum meistaraskapum. Undan kappingarárinum, sum varð liðugt fyri 6-7 vikum síðani, hevði Rosenborg vunnið trettan NM á rað!
Áðrenn hann varð skaddur í heyst, átti Súni Olsen mest sum fast pláss millum teir fyrstu ellivu í AaB. Einki er at ivast í, at gøtumaðurin er sinnaður at taka kappingina upp við hinar miðvallararnar. Ikki minst eftir at nýggi landsliðsvenjarin hevur boðað frá, at hann ætlar at geva Súna Olsen møguleikan í landsdystum at vísa, at hann væl megnar at spæla á miðvøllinum.