Meistari og niðurflytari í sama kappingarári. Tað er støðan hjá Súna Olsen, sum saman við Viborg mátti ásanna, at teir ikki megnaðu at vinna seg upp um tungu strikuna á stigatalvuni.
Hinvegin hevur Súni eisini nakað at fegnast um. Saman við fimmøðrum spælarum, sum fóru úr AaB í vetur, fær hann nevnliga eisini gullmerki fyri sín part av meistaraheitinum hjá AaB.
Umframt Súna Olsen fáa Mattias Lindström, Rade Prica, Martin S. Jensen, Chrys og Jose Mota eisini gullmerki fyri sín lut í DM-gullinum.